Í tí kvirru kvøldarskýming, gylt við reyðum skýggjum er

Orð og lag: King-Ekberg-Thomas
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Í tí kvirru kvøldarskýming, gylt við reyðum skýggjum er,
meðan sólin setur, dagur fjarar út,
kent eg havi Jesu nærleika og undrast manga ferð:
Kemur Hann ei skjótt, so enda fær mín sút?

Niðurlag: O, mær leingist, ja, eg bíði hvønn ein dag og hvørja stund,
og eg undrist: Á, hví drálar Hann væl enn?
Men á árlu morgunstund og á tí stillu kvøldarstund
enn Hann teskar: Jú, Eg komi, komi skjótt!

2. Á tí gyltu morgunstund og gjøgnum tungan vetrardag
fylt mítt hjarta hevur Hann við hesi troyst:
Skýggini skjótt skulu bresta, koma skal Hann aftur skjótt
til at heinta tey sum Hann her hevur loyst?

3. Einki suff og eingin klagan, eingin neyð og deyði meir,
fyri tey, sum vænta Hann alt verður nýtt.
Og í stillu náttarkvirru hoyrist enn Hans rødd so blíð:
Ver til reiðar, stundin nærkast, barnið Mítt!

FavoriteLoadingGoym tekstin