Tí tú hevur givið

Karl Johannesen
Orð: Karl Johannesen
Lag: Steve Dorff
Viðmerking: Yrktur í samband við árliga tiltakið Christmas Child, sum hvørt ár letur milliónir av skógvaeskjur til fátøk børn kring allan heim.

Øll hava ikki grund at vera fró,
summi mangla umsorg, kærleika og vón
tey hava ongan góðan, og tey roknast lítið verd
og hjartað verður spakuliga hert.

Men brátt í einu løtu kemur vónin teimum nær
tá tú í tíni yvirflóð kanst geva teim frá tær
tað er ei bert ein gáva, tað er teimum frelsuboð
– tí tú hevur givið so.

Vit hava nógv grund at vera glað
tí Guds góðska hevur signað hetta stað
ríkidømi, yvirflóð, men ábyrgd fylgir við
vit eiga standa saman um Guds lið.

Minst til at hendan løtan, har tey koma tær í hug
tað lítla sum tú gevur, verður stórt í hondum Guds
tað peikar tey á Jesus og tey fáa gleðiboð
– tí tú hevur givið so.

FavoriteLoadingGoym tekstin