Tíð at fara

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Tíð at fara, tíð at slíta bond.
Tíð at flúgva frá tíni kørgu strond.
Beiskur biti er, men hann svølgjast skal,
so nú, Føroyar, bið okkum fara væl.

Tíð at fara, tíð at læsa dyr.
Vinfólk savnast at biðja blíðan byr.
Meðan skýmingsregn hylir sund og havn,
tekur abbin tann lítla í sín favn:

»Kanska handan hav hæsir ódnin av,
og hvør veit, kanska dreymir trívast har?
Handan hav kanska brúk er fyri tær.«

Hjartarøtur ryktar upp úr mold.
Vetrarvindar nú píska nakið hold.
Meðan tøgnin tung trælkar fólk og fæ,
setur abbin tann lítla á sítt knæ:

»Minst til blankan vág, minst til gjógvará,
– hav tú fjøllini við á tíni ferð,
og minst til: Abbin altíð hjá tær er!«

FavoriteLoadingGoym tekstin