Tíðarhvarvið

Orð og lag: Holgar Jacobsen

Nú á tíðarhvarvið nýggja
alt er farið upp á gos
tað á fólki kennist sum eitt dreymatos
tú má fylgja við í streymi
um tú ætlar tær á veg
tað ein fyritreyt er til at virka her

Hygg har renna fólk í meldri
tey vilja bara fram
tíðarneyðin loyvir ei at slakka av
men hvat vilja tey her náa
er so ringt at spáa um
tí tey fanga mammonsgudi eru av

Niðurlag: Men er nú lívið bara svart og hvítt
hvar er tá eydnan fyri teg
er heinsins glitur,vektskál her í verð
lívið hevur tú tó bert ta einu ferð

Brátt kann hjólið mala seinni
lívsins neisti kólna út
tímaglas títt hevur kanska dimman lit
klárar ei at fylgja streymi
søkkur í ta djúpu grøv
mammonsgudur neyvan fjálgar tíni ferð

FavoriteLoadingGoym tekstin