Í tíðarinnar skýming eg í undran standi her

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Í tíðarinnar skýming eg í undran standi her
og síggi síðstu glæmu av sól til viðar fer;
skjótt tekin Menn’skjusonarins skal síggjast himli á,
hvørt ófrelst hjarta gripið av ræðslu verður tá!

2. Í tíðarinnar skýming nú valdar opið stríð,
og mannabørn nú liva eins og á Nóa tíð!
Ein byggir, keypir, selur til undirhald og spæl,
ein gudleys mongd ei varnast tann dóm, sum koma skal.

3. Í tíðarinnar skýming til kríggj ein brynjar vilt,
á vígvølli mong túsund sítt blóð her hava spilt;
men hetta er bert byrjanin til føðiverkirnar,
tá fjøldin glatað biður seg fjala heyggjarnar!

4. Í tíðarinnar skýming mong spotta, háða so
og opið niðurtraðka hvørt heilagt Harrans boð.
Og mannahavið fylt hevur syndabikar sítt,
tey vrakað hava frelsu og hvør bert søkir sítt!

5. Í tíðarinnar skýming við ferð eitt fráfall stórt
sum krabbi um seg etur og hevur mong forført;
eitt verðsligtgjørt, gudsfremmant fólk, sum elskar spæl og fjant
frá heimsins døpru pallum sín tónleik hevur lænt!

6. Í tíðarinnar skýming ein svøvnur breiðir seg,
og mangar brúðarsálir í svøvnin finna veg!
Tá Jesus kemur aftur, so sum Hann hevur sagt,
man Hann tá finna trúnna? – Man nakar halda vakt?

FavoriteLoadingGoym tekstin