Tíðin fer

Orð: Hans Jacobsen (Hans á Bakka)
Lag: Terje B. Vestergaard

Sum áarstreymur tíðin fer
So mangan harður strongur
Og nærri fossinum tað ber
Tess skjótari tað gongur

Tað farna eingin broyta kann
Og orð sum vórðu talað
Ei heldur nakað megna mann
At fáa ørv at snara

Bert dagurin eg fekk í dag
Tann einasti eg eigi
Í honum alt mítt eyga sær
Á rættan veg meg leiði

Tá signað verið alt mítt verk
Um hetta eg kann skoða
At dagurin eg frá tær fekk
Til onnur meg kann náa

Sum áarstreymur tíðin fer
Og harður strongur vunnin
Tá verið tað ein sigursferð
Og skeiðið er fullrunnið

Bert dagurin eg fekk í dag
Tann einasti eg eigi
Í honum alt mítt eyga sær
Á rættan veg meg leiði

FavoriteLoadingGoym tekstin