Tíðin fer

Orð: Heri Nolsøe
Lag: Magni W. Husgaard
Viðmerking: Yrktur 18. september 2014.

Býarhav
kenslukalt
síggi fólk
hvørvur alt.
Hyggi út, alt við sama lag
nú skýmir tað
tíðin fer avstað.

Eygnabrá
brosa blítt
hjartablóð
rennur strítt.
Lívið sær ein nýggjan dag
kennist fjálgt, sálin glað
og eg teski
“ja”.
Spæl mítt lag
gyltan dag.
lívið fer – avstað.

Einsamøll
í stóru høll
síggi øll
hvirt um fjøll.
Syng ein sang
og fevn nú meg
við dreymaveg
røkki kanska teg.

Síggjast skjótt
nú leiðin greið
kenslan løtt
á leistum steig.
Hyggi út – hoyri heilt nýtt lag,
nú klárnar tað
henda bjarta dag
mítt dreymastað.

Spæl mítt lag
gyltan dag,
lívið fer – avstað.

FavoriteLoadingGoym tekstin