Tíðin, hon rennur, og dagarnir styttast

Orð: Evald Fuglø
Lag: Carl Michael Bellman

1. Tíðin, hon rennur, og dagarnir styttast,
inntil eg Frelsarans ásjón skal sjá,
inntil eg skal upp av foldini lyftast,
altíð eg búgva skal Jesusi hjá.

2. Tá eg so standi á heimlandsins strondum,
fríðari lovsong mín Frelsari fær,
og eg í síðu hans, fótum og hondum
síggi tey sár, ið hann fyri meg bar.

3. Har skal eg fagnast av vælkendum vinum;
við teirra grøv eg í støvinum græt;
aldri vit skiljast í staðinum hinum,
gleðin har ongantíð heldur uppat.

4. Allur hin frelsti, hin hvítskrýddi skarin
syngja í ævir skal lovsong til hann,
sum fyri okkum í deyðan er farin,
men sum tó sigur av deyðanum vann.

FavoriteLoadingGoym tekstin