Tíðin, ið rann

Orð: M.S. Viðstein
Lag: Johannes Torrild

1. Hin tíðin, ið rann,
hin tíðin sum svann,
so djúpt hevur sett síni merkir,
har illgongt var, ruddað er, – grønskandi kann
ein nú síggja vøllir, ein aldri fyrr fann,
geva vón, at vit nú standa sterkir.

2. Og minnast vit sólina, tá ið hon hvarv
og glæmu um fjallatind setti,
hon lýsti sín frið á hitt harðvunna starv,
ið føroyingar fingu frá fedrum í arv,
tað gav vón – mangur kroykin sær fetti.

3. Teir garpar her stríddust í síðstlidnu øld,
í aldanna hav rann burtur,
teir tóku tey tøk, og teir reistu tey tjøld
og eldkveiktu sál, ið var stirvin og køld,
tí her nú vaksa blómur og urtir.

4. Tøkk fái tit allir, ið stríddust so hart
og harðastu tøkini tóku,
tit stóðu í skúmandi ódn, beiskt og bart,
um menn vildu køva tað, tykkum var kært,
ristu dygt tit teir stóru og klóku.

5. Og stríðast vit enn á tí somu leið,
har tit róðu andstreymin stranga,
í fylking vit mennast, tá svitast tað ei,
at vit vinna áfram, og gøta er greið,
bert um sameind í fylking vit ganga.

FavoriteLoadingGoym tekstin