Tíðin rennur, dagur líður

Thomas KingoThomas Laub
Orð: Thomas Kingo
Lag: Thomas Laub
Týtt: Axel Tórgarð

1. Tíðin rennur, dagur líður,
uttan um oss myrkrið sígur,
kámast burtur ljós og sól.
Sál og sinni, komið bæði,
berið Guði takkarkvæði,
sum var okkum vernd og skjól.

2. Takk, mín Guð og faðir góði,
sum úr øllum sálarmóði
hevur bjargað mær í dag.
Tú meg skalt í hendur taka,
eygu tíni skulu vaka
hesa nátt við sama lag.

3. Farið burt, tit syndadreymar,
floymið inn, tit gleðistreymar
av Guðs himni til mín her.
Vak, mín sál, lat ei hitt illa
spilla meg og burtur villa,
nú meg svøvnur blindan ger.

4. Far so, likam mítt, at sova,
Jesus sjálvur hevur lovað,
at hann tær skal vera hjá,
lýsa frið og frelsu bjóða,
geva svøvn og heilsu góða,
og tær bjarga skaða frá.

5. Sov tí nú í Jesu fangi,
sov í øllum heimsins gangi,
Jesus góði er hjá mær;
hann skal meg úr myrkri bera,
hann skal síðsta svøvn mín gera
sælan, stillan, Guði nær.

FavoriteLoadingGoym tekstin