Tíðin

Uni Arge
Orð og lag: Uni Arge

Tíðin er farin
vit stríðast ikki meir
tíðin er farin
vit semjast meir og meir
alt er gott
lat okkum fevnast nú
okkar mátt
líta eg á og tú

Tíðin er farin
nú byrjar annað skeið
tíðin er komin
vit ganga nýggja leið
tak eitt fet
lat okkum royna nú
fram eitt vet
koma eg tá og tú

Tað koma løtur
tá vit ivast eitt sindur
tað koma dagar
tá vit steðga á eitt bil
men vit fara framá
um ímóti blæsur vindur
tí fram kemur tann sum fegin vil

Tíðin er farin
og onkur dreymur brast
tíðin er komin
vit halda púra fast
fram á mál
har fara eg og tú
í okkar sál
býr ein sterkur vilji nú

Tað koma løtur
tá vit ivast eitt sindur
tað koma dagar
tá vit steðga á eitt bil
men vit fara framá
um ímóti blæsur vindur
tí fram kemur tann sum fegin vil

FavoriteLoadingGoym tekstin