Tíðirnar skifta

Orð og lag: Heini Lützen

Vit ynsktu alt var sum tað plagdi at vera,
og tryggleika funnu har leiðin fyrr lá.
Men tíðirnar vesna, vit svárt lívið kenna,
av sonnum nú sæst hvat vit byggja tað á.

Vit ynskja og vóna at skjótt fer at venda,
men Gud sigur okkum: Eg eri enn her!
Tryggleiki finnst tá vit tøkk kunnu senda
til Hann fyri alt, sama hvønn veg tað ber.

Tíðirnar skifta, men Hann er hin sami.
Umstøður broytast, men Hann broytist ei.
Um tilveran myrknar, títt lív missir dæmi,
so tørvar tær ganga á Hansara leið.

Kann vera tú kennir tín grundvøll at rilla,
men Jesus vil vísa hvat er tær til frið,
tí Hann kemur aftur, og stormin kann stilla;
kom ger teg til reiðar, so tú sleppur við.