Tikkuni, tikkuni, tokkuni

Tikkuni, tikkuni, tokkuni,
ein mús sat í kirkjuklokkuni.

Tá klokkan sló eitt,
hevði músin seg meitt.
Tikkuni, tikkuni, tokkuni.

Tikkuni, tikkuni . . . o.s.fr.
Tá klokkan sló tvey,
var músin í neyð.

Tá klokkan sló trý,
mundi músin spýð.

Tá klokkan sló fýra,
var hon púra forstýrað.

Tá klokkan sló fimm,
var hon heilt bimmelimm.

Tá klokkan sló seks,
var hon fløt sum ein keks.

Tá klokkan sló sjey,
var músin deyð.

FavoriteLoadingGoym tekstin