Til allar vinir

Orð og lag: Jákup Marnar Anthoniussen

Av og á síggi eg meg sum tað velduga træ
hugsi yvir tíðina sum fór
minnist vinirnar
so hugnaligt tað var
men nú eru vit farin hvør sín veg.

So brosi eg eitt lítíð bros meðan eg minnist á
ein takkarskjálvti streymar hjarta mínum í
tíðin hann okkum gav
so loyndarfull og góð
eg altíð vil minnast til teg sum mín vin.

Tí tú og eg vit skilja skilnaðin
í hjarta mínum eg goyma teg skal
vinar røddir so blíðar heilsa mær
tú og eg vinir um ævir
vinir um ævir.

Tað regnar ei meir, nú stilli er og sólin kagar fram
eg hugsi várið trein á gátt
nú birtist eitt ljós
minni mínum í
enn einaferð vann eitt bros.

Kanska vit aftur ein dag heilsa tí gomlu tíð
á hvat ein rómur vildi tá
ljóða hjá mær og tær
víða nær og fjar
kanska á tí stað vit elskaðu so.

Tí tú og eg vit skilja skilnaðin
í hjarta mínum eg goyma teg skal
vinar røddir so blíðar heilsa mær
tú og eg vinir um ævir
vinir um ævir.

FavoriteLoadingGoym tekstin