Til Amsterdam

Finnur JensenThomas Koba
Orð og lag: Finnur Koba og Thomas Koba

Eg standi við míni orð,
tú skalt nokk fáa frið.
Behalt bara borðið,
tað vil eg ei hava við.
Men tað, sum vit eiga saman,
sum kann ei býtast um.
Í álvar’ og gaman
mugu vit deilast um

Hvør sína apex-billett.
Spell at koyra tær vekk.

Inntil vit fara avstað
til Amsterdam,
so sovi eg í stovuni
Inntil vit fara avstað
til Amsterdam,
so liggi eg á sofuni

Okkar seinasta kegl,
gloym tú bara alt um tað.
Eitt spildurnýtt spegl
ordni eg seinni í dag.
Eg veit, mítt garvilla skil
hevur verið tær dýrt.
Tí treingja vit til
at koma ein túr burt

við okkar Apex-billett,
sum eg havi keypt.

Inntil vit fara avstað…

Og tá flúgvarin fer upp frá,
tú lenar teg afturá,
so gloyma vit alt.
Aldrin heim.
Vit fara aldrin heim
úr Amsterdam
Vit fara aldrin,
aldrin heim.
Tú sleppur aldrin heim
úr Amsterdam.

Inntil vit fara avstað…

FavoriteLoadingGoym tekstin