Til at ganga eftir

Orð: Hans Michael Jacobsen
Lag: Jeg vil sjunge om en helt
Viðmerking: Yrktur til 50 ára minnisrit Klaksvíkar Ítróttarfelags.

1. Ítróttin so íðkast skal,
at vit limir venja væl,
so vit fótafim og lætt
ganga bæði bratt og slætt.

2. Ítrótt er tí bert ei spæl,
kroppin skal hon venja væl,
so hann sterkur vera má,
vakur til at líta á.

3. Gaman tykir okkum tað,
tá vit fró og hjartaglað
ganga kunnu reystliga,
leika kunnu treystliga.

4. Vit tí fús og hugagóð
vilja bæði glað og fró
kroppin okkum venja her,
tað okkum gagnligt er.

FavoriteLoadingGoym tekstin