Til Boga og allar nýføðingar

Orð: Jóanes Nielsen
Lag: Pauli og Jacobina Hansen

Skapt av eymleika
í heitari nátt
tók fræið skapilsi
og í heimsins minsta tryggasta húsi
svav tað
rurað hvørt kvøld
av hjartatónleiki.

Fjalt aftan dúnuta húð
lá tað vart móti heimsins harðligu hondum
seig føði sum urtapottur
meðan hendur og høvur varliga
nærkaðust móður brósti.

Tigandi liggur nú
hesin heiti menniskjaungi
kreptur saman
hesin góði luktur
henda fløvandi sólstrála.

Uttan fyri vindeygað
hoyrast fet.
Tað er barnagarðsgentan
ið fer túr við sínum børnum.
Og alt tey síggja.
Bátarnir ið rigga til
konurnar í býnum
likkurnar ið sveima
og so málið á gentuni
ið kvikliga dregur børnini til viks
tá ein bilur við slógvi kemur buldrandi framvið.

Eyguni á børnunum eru sum tekoppar
rulla millum húsini
eru sum spákonur
starandi inn í gátur.

Uttan fyri vindeygað
hoyrast tung fet.
Tað eru fetini frá teimum á skipasmiðjuni
teir sum burtur úr jarni
ganda veldug skip.
Tað eru teir frá snikkaravirkinum
ið smíða vindeygu
og sengur úr frískum træi
so tú um næturnar kann droyma
ballaður inn í trygga dýnu.
Av flakavirkinum koma tey
mødd av stríði og rópum
men undan hondum teirra
liggja stakkar av frískum flaki
so tú fær ein bita
tá tú ert svangur.

Uttan fyri vindeygað
rennur áin
og lurta tú væl
hoyrist søgan úr teimum stóru fjøllum.
Har býr fjaðurskrýdda sangkórið
sum hvønn morgun
purrar bóndan út.
Har gongur seyðurin pakkaður í ull
hesar komandi flógvu troyggjur
berini berjalyngurin
steinarnir sum føtur tíni
onkuntíð skulu nema.
Og har er vindurin
sum ýlandi fevnir hamrarnar
keldan tann góðvarni grátarin
ið tostan sløkkir
hjá óteljandi spírum.

Títt lív søta barn
er ikki ein spurningur
men eitt svar ein játtan
dreymurin ið gerst veruleiki
lívið ið ferð eftir ferð vil sigra.

FavoriteLoadingGoym tekstin