Til Føroya Arbeiðarafelag

Orð: Poul F. Joensen
Lag: Hin tíðin, ið rann

1. Í øldir var fjøldin í vanda og neyð
og livdi í kúgandi korum,
tó maður og kona og børn fyri breyð
hart slitu, so illani lønt vóru tey,
at ovlítið var ofta á borðum.

2. Ei stundir tey fingu at royna sín mátt,
í sakni mong evnarík doyðu;
í smáttum, í kloddum, við herjandi sótt,
tey livdu sum djórið á fávitsku nátt,
lagnan tunga mangt lív legði oyðið.

3. Men hugsjónamenn birtu stríðið um lond,
og fjøldina vaktu úr dúri;
brátt javnaðarneistin varð brimandi bál,
sum lýsti um heim, so hvør trælkaða sál
var sum fuglurin, sloppin úr búri.

4. Og virkismenn vunnu sigur um lond,
og fólkið seg loysti úr bondum.
Nú frælsissól lýsir frá fjalli til strond;
hin kúgaða fjøldin tók róður í hond,
og hon stýrir nú ríkjum og londum.

5. Nú lýsir á landi hjá fólkinum her,
og verkamenn landslógir skriva;
og Føroya Arbeiðarafelag, tað ger
virkismenn sterkar, og grundarlag er.
Og so leingi skal felagið liva!

FavoriteLoadingGoym tekstin