Til Føroya fiskimenn

Orð: Gunnar Dahl-Olsen
Lag: Eg byrðina beri við brosi

1. Nú mjarrar í mastrarbondum,
nú knarrar við pikkfall og klógv,
tað knirkar og knarkar í knotum,
tað froðar og froysir um bógv.

2. Tað er sluppin, ið stevnir frá landi
við kolandi bidevind. –
Landgrunni slepst, og nú kámast
burt heimlandsins fjallatind’.

3. Og ljósið tað bliknar og fánar,
nú Mykinesvitin hvarv. –
Tað mjarrar í mastrarbondum. –
Fram, føroyingar, fram til starv!

FavoriteLoadingGoym tekstin