Til Føroya ítróttarungdóm

Janus Djurhuus
Orð: Janus Djurhuus
Lag: Jógvan Waagstein

1. Førum fram yvir dalar og fjøll –
Føroya havoygdi ungdómur reysti –
fremjum ítrótt og fimleik um vøll –
latum forndansin dynja í høll –
skipið kvæðini snjøll –
trínum lættliga fram og við treysti.

2. Hvørja øvund rak kappingin burt –
gera roysni og brøgd – fedra siður –
prýtt við ungdóms og summarsins urt,
hvørt eitt ættarlið stimbrað, væl stýrt,
“vón og veking”, rætt skírt –
stevnið fram, har sum mentunar mið er.

3. Svimjum fram yvir firðir og sund –
Sigmund Brestisson høvum í huga –
leypum fram yvir fløtur og grund –
fremjum dystarleik, sveinar og sprund –
setum ítrtóttarfund –
sýnum fram, hvat vit evna og duga.

4. Førum fram yvir fjøll, gjøgnum dal –
Føroya hárfagri ungdómur stinni –
nú er tímin til ítrótt og spæl –
lívsins vártíð og summarstund sæl
nýtum vakurt og væl,
so hon verður eitt stimbrandi minni.

FavoriteLoadingGoym tekstin