Til Føroya Løgting á 50-ára minnisdegnum

Orð: Jóannes Patursson
Lag: Regin Dahl
Viðmerking: Kvøðið yviri undir Skansa á 50-ára hátíð nýggja løgtingsins ólavsøkudag 1902.

1. Í Føroyum fyrst í fyrndartíð
tað siður var,
at føroyingar til Havnarbý
teir fóru sær
at flyta síni boð á ting
og semja rætt;
úr øllum oyggjunum í kring
var tingferð frætt.

So ymisk er tingferð í Føroyum.

2. Tá hoyrdist mangt eitt vápnabrak
um grøna líð
og tókst so mangt eitt deyðatak
í hørðum stríð’,
tá var á tingi mannamál
og dirvi frítt,
tá royndist egg og hvassa stál
um vøllir vítt.

3. Tó minkaði um fornan mátt
so við og við,
so hetta tiltak tóktist gott:
bint bara frið!
lat ráða tann, sum hevur lært
at brúka penn!
Tó ikki mikið var umvart
um løgrættumenn.

4. So skýmdist á at enda tá,
at fólkið svav,
at taka, tóktist besta ráð,
alt tingið av.
Tá brast í hel tað lítla vald,
sum áður var:
Nú áttu Føroyar einki hald
til lívgan sær.

5. Men sum tann dimma tíðin rann
við neyð og deyð,
tá steig av palli kappin tann,
ið fólki beyð
á føtur aftur reisa seg
alt land íkring.
Tá fingu vit ein nýggjan veg
og aftur ting.

6. Nú liðin eru fimti ár
av tingsins skeið’,
og mangt er bøtt eitt blóðugt sár
á Føroya leið,
og mangt er dragnað haftið tað,
sum áður bant,
og komið í eitt betri lag,
enn fyrr var vant.

7. Men meðan vit á fundinum
hvør ein í ser
væl minnast, hvat við tinginum
ið vunnið er,
so mugu vit tó huga á
her allir menn,
at óført er at toga á
tó eftir enn.

8. Tað bágar ei, tað stendst til bót,
tað eru ráð;
vit hava jú ein fastan fót
at byggja á.
At fáa burt úr lítlum stórt
tað fyrr er hent;
vit troysta á, at løgting várt
til tess er ment.

Tí ymisk er tingferð í Føroyum.

FavoriteLoadingGoym tekstin