Til Føroya ungdóm

Orð: Jákup Dahl
Lag 1: Regin Dahl
Lag 2: Lars Nielsen

1. Setið føtur í bekk, leggið árar í sjógv!
Aftur sólin skal skína eftir kolsvarta kógv;
Føroya ungdómur upp! Tíni framtíð ímót!
Lat tað kennast, vit stíga enn lættir á fót.

2. Her várt fólk átti búgv, meðan øld leið um øld,
ofta vónglaður morgun gav sorgartungt kvøld.
Her var stremban og stríð bæði á landi og sjógv,
meðan fonn hekk í fjøllum og brim breyt á lógv.

3. Tó teir livdu her fegnir, so glaðir við sítt;
og í litføgrum líðum sá summarsól frítt.
Og teir vardu vit lít vára dýrastu ogn:
várt kvæði, várt mál, vára søgu og søgn.

4. Her vit enn eiga búgv, her á heimligu grund,
her hvør føroyingur fegnastur dvølur um stund.
Her skal innast várt verk, og vit vilja sum teir
várar ognir væl røkja og økja tær meir.

5. Og várt heimland er gott, tað er fagurt og frítt;
á sumri so læandi, lokkandi blítt.
Tað í reinasta líni á vetri er skrýtt,
og høvur við norðlýsis krúnu er prýtt.

6. Her á landi er nógv, sum væl treingir til bót,
mongum ósiðastreymi má byrgjast ímót.
Ein so óvandin tíð ólag mangt higar dró,
meðan frami mátti tungliga bróta sær slóð.

7. Men tað ranga kann enn vendast aftur til rætt,
um bert vit vilja bregða í frímannaætt.
Hesum landi tó vit unna allir sum best,
hetta fólkið tó liggur várum kærleika næst.

8. Her skal innast várt verk, eitt so munandi gott,
so skal morgunsól roða eftir ælfreku nátt.
Tí vit firnast ei stríð, og vit geva ei grið;
men vit halda bert fram, tí vit tekkja eitt mið.

FavoriteLoadingGoym tekstin