Til Føroya

Orð: Janus Djurhuus
Lag 1: Hans Arvesen
Lag 2: Hava vit frælsi í huga og sál

1. Situr tú seggur í oyðini høll,
einastur eftir av mongum,
slitið er svørðið, og brynjan er øll
bitin av stráøldum svongum,
rødd tín, í fyrndini reystlig og snjøll,
skilst av ongum.

2. Følnaðu hørpu tó enn heldur hond –
skald vart tú frálíkt í forðum –
høvdingar hittust við havgyrdu strond,
flýggjaðu kúgandi korum;
sterkur var sangurin, víða um lond
varð hann borin.

3. Ljósini brenna so bleiktrandi bleik,
nú sveima skuggar í sali,
kappi, tú ert eins og eldgomul eik,
ið dettur av aldri í dali.
Fornur fór áður til frælsmanna leik,
fell á vali.

4. Bregda tú bitra brandinum brátt,
dimmast nú dáttliga dagar,
ravnarnir rópa í homrunum hátt,
vænta sær veitslurnar glaðar.
Gamalur ætlar á Valhallar gátt
finna frægar!

FavoriteLoadingGoym tekstin