Til Føroyafólk

Orð: Jóannes Patursson
Lag: O. Westermark
Viðmerking: Yrktur til fólkafund á Hvalvíksskarði í 1898.

1. Av góðum ert tú sprottin,
og sýn ja sýn tað nú;
nú munar mest um máttin,
um áræði og trú.
Tú vaknaði, men sig mær:
Er vøkan álvara?
Tá far ei aftur við tær
rætt sum við torpara.

2. Ár eru nú umlopin,
í tingstovu tað var,
tá settist durur opin
her heima í vár garð,
tá rann norrøna blóðið
og birti eld í sál;
vit minnast enn á ljóðið,
tað var: Várt frælsismál!

3. Tá durur settist opin,
tá einmælt øllum var:
nú føroyingur er lopin
um hægsta borgargarð;
teir bundnu og teir veiku
og teir, sum feldu tár,
teir følnaðu og bleiku
– nú grógva øll vár sár.

4. Og fúsur hvør til verka
tá beyð fram reystan arm,
tann veiki hjá tí sterka
studdist við breiðan barm,
og aldri sendi glæman
slíkt ljós um Føroya land,
sum tá ið alt rann smaan
í fosturbrøðraband.

5. Ja, fagri jólafundur
– tó minnið einans er –
nú brotið er í sundur
alt, alt, tú bygdi her;
dreygur í hvørjum skoti,
og trøll í hvørji vrá,
vit toldu ikki lotið,
men róku undan tá.

6. Av góðum ert tú sprottin,
og sýn, ja sýn tað nú;
nú munar mest um máttin,
um áræði og trú.
Menn teg á øðrum sinni,
oyggjafólk alt í kring,
legst ikki niður inni,
kom fram aftur á ting.

FavoriteLoadingGoym tekstin