Til Føroyar

Poul F. Joensen
Orð: Poul Frederik Joensen

Mítt land, har atlantsbroddur stríður fer,
á heimsins knøtti bert ein blettur er,
tó vetur tær eitt veldiskvæði kvað,
og summarið eitt eymligt ástarlag.

Tá lívsins drottning fevndi Føroyar blíð,
sum sólkyst speglaði sær havi í,
sum lambið kátir, vit til fjalls avstað
við sól í sinni fóru summardag.

So litafríðar blómur prýddu bø,
av heiðafuglum fjølbroytt ástarløg,
hvør oyggj so bjørt, sum ein smaragdur lá
í sólargulli havsins blána á.

Tá pollamjørkin lak á landið dró,
hvør tindur líktist oyggj, í brimi vóð,
tá allir litir hvurvu og øll ljóð,
sum mitt í miklum havi fjallið stóð.

Náttúran blíð, men oftast harðlynt er,
tá minst ein varir feigdarboð hon ber,
og niðurlag við lívsins kvæði ger,
so líkt við vøggu, brúdleyp, gravarferð.

Á vetrartíð vit hoyrdu ódnarljóð,
tá avvelt havið upp í bergið stóð,
og kavin fjaldi seyð, og skalvur hekk,
og saltur ráki kendist hvar tú gekk.

Tú Føroyingur, hvar tú um heimin fer,
eitt prýði fyri land og fólk títt ver,
sýn spekt og semju, verj tey veikastu,
hav hjartalag, sum móður tín við teg.

Í fremri londum hav í huga tú,
títt lítla heim, í sól sum kavaskrúð –
tó norðljós loga litbjørt, broytast brátt –
og ungar, eymar dreymar summarnátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin