Til gleðina

Steen Steensen Blicher
Orð: Steen Steensen Blicher
Lag: Knud Vad Thomsen
Týtt úr donskum: Hanus Kamban

1. Holli eingil! Fylgisveinur mín,
tá mín sál var fró, mín fótur lættur.
Leikbróðir, hoyr, hvar gekk leiðin tín?
Vinur, sig mær, nær tú kemur aftur?

2. Tá ei sorgin fanst á mínum veg,
loyndur vart tú fylgja mín hin bjarta;
nú eg syngi um og kenni teg.
Hví fert tú nú undan mínum hjarta?

3. Minnist dalin tú? Ta grønu lund?
Blómukransin fram við svølu keldu?
Drálaði tú har, tá eg við skund
flýddi, tí meg lagnustormar feldu?

4. Kelda, er hon ikki ongur klár?
Lundin grøn? Og hagin gróðrarríkur?
Flýtt úr ungdóms dølum lívsins vár?
Ella – eg ei meir mær sjálvum líkur?

5. Kom! Kom aftur, mildi eingil mín!
Fyll mín barm hin søti longsulslogi!
Ganda hjartað seráfsangur tín!
Leska eygað vónar morgunroði!

6. Hygg! Eg leiti – fram úr gloymsku rís!
Hoyr mítt róp – eg vil teg aftur síggja!
Fylg mær í mítt gamla paradís –
Ella leið meg skjótt inn í hitt nýggja!

FavoriteLoadingGoym tekstin