Til Golgata í andanum

Orð: Edward Denny
Lag: William Gardiner
Týtt: Victor Danielsen

1. Til Golgata í andanum
vár troytta sál nú fer
at dvølja undir krossinum;
so søtt tað plássið er.

2. Áh, sæli staður fyri tann,
sum syndir sínar sá,
men eisini ta gleði fann,
sum fæst á Golgata!

3. Ígjøgnum sorg, sum fatast ei,
áh, Jesus, har tú gekk,
vínpersuna tú eina steig,
og náðin sigur fekk!

4. Guds Lamb, tú vári hjørtu bantst
til tín á krossinum!
Hvat har tú leið, og hvat tú vanst
er dýrt at syngja um.

5. Várt boygda hjarta síggja kann
ta pannu signaða,
sum tá við deyðasveitta rann,
men nú ber krúnuna.

FavoriteLoadingGoym tekstin