Til Himmalin so mong sær ætla

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Týddur í ár 2000.

1. Til Himmalin so mong sær ætla, hava hann sum mál,
men sig mær: Ert tú frelstur og er endurfødd tín sál?
:,:Um tú vilt møta Jesus, tá Hann kemur skýggjum á,
sum Nikodemus mátti – føðast tú av nýggjum má’!:,:

2. Tú finnur aldri portrið, sum til Staðin førir inn,
so leingi tú av hesum heimsins gudi gongur blind.
:,:Til Jesus mást tú koma, lata Hann alt gera nýtt,
so, tá Hann kemur, fult tilbúgvið stendur hjarta títt.:,:

3. At vera við í lovsangskórinum tú ynskir tær,
men hvussu er tað, er væl eingin broyting hend við tær?
:,:Har heima songurin skal ljóða hart sum fossadun,
og Jesus sjálvur leiðir sangin – tað ger allan mun!:,:

4. Har fyri flógvum kristnum atgongd strangt forboðin er,
í Himli suff og harmaljóð ei nakar meir framber!
:,:Tú finnur onga sjúku har og ongan heilivág,
frá Lambsins Trónu flýtur klár við heilsu Lívsins Á.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin