Til jarðar eingin spurvur fellur

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 25. august 2007.

Til jarðar eingin spurvur fellur,
har himnafaðir ei er hjá,
ei nøkur gerð, ei skotið smellur,
sum ikki Gud vár gjølla sá.
Hvørt orð, ið fer av munni mans,
tað varnast alvit Skaparans.

Guds faðirs eygu okkum fylgja,
hvar enn vit ferðast foldum á,
um enn oss hótti feigdarbylgja,
og lív várt alt í sori lá.
Ja, sjálvt ta stund, vit liggja lík,
er okkum hjá Guds ásjón rík.

Tí kann ei nakað okkum skilja
frá kærleiksríka Jesu Krist´,
og uttan himnafaðirs vilja
ei fellur spurvur, tað er vist.
Víst hugsan Guds enn hægri er,
enn mannavit kann fata her.

Hjálp oss tí, Gud, í trúgv at líta
á tíni vísu almátsráð,
tá kærleiks bond, tú her mást slíta,
og vinir fara foldum frá,
at tín alvísa ráðagerð
hon til tað besta okkum er.

Eitt sinn hvør gáta rádd skal verða
og grødd tey sváru sorgarsár.
Tá deyðin ei skal skilnað gera,
tá hvørvur neyð og torna tár.
Í sælu tá um ævir øll
vit savnast í Guds faðirs høll.

FavoriteLoadingGoym tekstin