Til Jeriko fór maður ein

Orð: H.M. Jacobsen

1. Til Jeriko fór maður ein,
men ránsmenn honum møttu,
teir slógu hann, so hann fekk mein,
hann eftir lá og bløddi.
So kom ein prestur sama veg,
hann læt tað ikki nerva seg,
hvat neyðardýrið líður.

2. Leviturin á ferð var við
og sá hin særda liggja,
hann fór sín beina veg í frið,
ei vildi til hann hyggja.
Men fremmandur, sum var á ferð,
hann eymkaðist og hjálpti her
tí neyðar særda manni.

3. Hann bindur til hans djúpu sár,
á vín og olju hellir,
hann turkar burt av kinnum tár,
sum neyðardýrið fellir,
til sætis á sítt egna djór
hann fekk og heim við honum fór
til gistihúsið góða.

4. Har góða røkt hin særdi fær,
so hann kann grøddur verða,
hin fremmandi sær leggur nær
mót honum gott at gera;
tá hann ei longur dvaldist har,
tveir peningar hann verti fær
for særdan væl at røkta.

5. Á heimsins veg er vandafult,
har ránsmenn ofta lúra,
mangt illmenni har liggur dult;
tó batar ei at stúra.
Tí armur Guðs er sterkur enn
og kann væl verja veikar menn,
ið trygt á hann seg líta.

6. Á egnan mátt og valdið sítt
teir heimsins kappar líta;
men ei eg vildi við tað býtt;
Guð vil ei styrk mær sýta.
Um leiðin mín er myrk og trong,
um neyðin tykist tung og long,
Guð vil ei barn sítt gloyma.

7. So hevja hátt teg, sálin mín,
upp, upp um alt tað lága,
lat Guð bert vera skjøldur tín,
lat hann for borgum ráða,
Guð Harrin eigur enn tann mátt,
hann allar tíðir hevur átt.
Hann verja tín vil vera.

FavoriteLoadingGoym tekstin