Far til Jesus, hann er sannleikskelda

Orð og lag: David Wickberg
Týtt: Hilmar Andrésen

1. Far til Jesus, hann er sannleikskelda,
hann tær gevur kraft á lívsins leið.
Hvønn ein morgun, og tá fer at kvølda,
far til Jesus, hann teg svíkur ei!

Niðurlag:
Far til Jesus, hvat ið enn teg hendir,
far til Jesus, hann tær hjálpa kann.
Far til Jesus, nátt til dag hann vendir,
far til Jesus – eingin er sum hann!

2. Far til Jesus, svann tín sálarfriður,
sig bert honum alt, hann fatar teg.
Alt títt lív, til svørð tú leggur niður,
allan vegin vil hann leiða teg.

3. Ert tú veikur, kennist tung tín byrði,
tykist alt tær svart og dult og kalt,
Jesus er hin góði sálarhirði.
Far til Jesus, hann vil greiða alt.

4. Óttast tú enn lívsins ódnarveður,
far til Jesus, legg teg í hans favn.
Hann alt vald á jørð og Himli hevur.

FavoriteLoadingGoym tekstin