Til Jesus verður sál mín drigin hvønn dag meiri nær

Orð og lag: William Clark Martin
Týtt: Victor Danielsen

1. Til Jesus verður sál mín drigin hvønn dag meiri nær,
og fagrari enn nakað her á foldum er hann mær;
mót honum følnar alt, sum eg í dreymum havi sæð –
ja, kærur var hann mær í gjár, men kærari í dag!

Niðurlag: Men helvtin kann ei hugsast
av tí, sum Jesus er,
har uppi skal eg kenna hann
sum aldri, aldri her.

2. Hans vakurleiki vann meg, tá langt burtur eg hann sá,
hann fagrari enn liljurnar og sólin er at sjá,
mín troytta sál hjá honum verður sterk og heit og glað –
ja, kærur var hann mær í gjár, men kærari í dag!

3. Er hjartað tungt, og leiðin trong, er hann mín fasta borg,
í favni hans eg finni hvíld í iva, neyð og sorg;
eg elski Jesus, tó at eg ei enn hann havi sæð –
ja, kærur var hann mær í gjár, men kærari í dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin