Til Jóannes bónda í Kirkjubø

Orð: Janus Djurhuus
Lag: Leifur Tróndarson
Viðmerking: Yrktur í 1903.

1. Eg kvøði vársins tey lívgandi ljóð,
tí eg síggi ljósnandi lond,
ein skrædnandi stráaldar skadda nú stóð
til havs frá fosturlandsstrond,
og spírurnar spretta so sigrandi ørt,
tí vón vekur vársólin bjørt.

2. Og eg síggi fólkið, ið fylkist um fjøll,
tí nú dynja lúðranna ljóð,
og vegur er vígdur um grasgrónan vøll,
hvar fedranna tingstaður stóð,
og aldri sást múgva megnari mans,
ið sjálvræði stovnaði lands.

3. Og hjarta mítt hitnar, sum spreinging stendst á,
eg livdi ei stoltari stund,
tí horvin var kloddaklædd kelling, og tá
úr moldum spratt sigrandi sprund,
ein norðlanda drotning í skínandi skrúð,
sárt elskaða móðurmál, tú!

4. Eg takki tær, frægi, á fundi í kvøld,
tú sjónunum slóðir breytst mær,
og takka honum, tú unglingafjøld,
hann ræsurnar rúmkaði tær.
Vær veitum tær veitslu, vær knýtum tær krans,
hugdjarvi høvdingi lands!

5. Og stendst tað, tú sýndi mær, sjónhvørving følsk,
eg takki tær túsundfalt tó
fyri hárføgru huldu, ið dragandi trølsk
á summarnátt streingirnar sló,
tí ríkur roynst róður á mið, ið ei er,
mót miðleysu frystandi ferð.

FavoriteLoadingGoym tekstin