Til Kongin, hin hægsta, ein hátíðarsong

Orð: Jógvan Gerðalíð
Lag: Jens Guttesen

1. Til Kongin, hin hægsta, ein hátíðarsong
úr hjartans míns dýpi vil eg syngja;
um ferðin á leið míni tíðum gerst long,
vil hann lætta um tyngjandi fet.
Áh, tú Kongur, ærdur í Himli,
mína tøkk alla eiga tú skal
fyri verk títt á krossi,
at mín sál gjørdist æviga sæl!

2. Tit ævigu dyr, lyftið høvdunum hátt,
so Kongur á dýrdarinnar hæddum
fær komið innum, áðrenn myrkur og nátt
fellur á henda vónbrotna heim.
Áh, hvør er hann, Kongur herskara?
Hann er Kongur, ið dýrdina ber!
Hann er Gud mín í ævir!
Halleluja! Eg syngja má her.

3. Tá songur mín tagnar her foldini á,
í Himli hann fullkomin skal ljóma,
hvørt tár verður turkað – og klárt eg skal sjá –
nú Guds Lamb mítt í hásæti er,
og tá røddir ótaldar hevjast
til hans prís eins og fossandi flóð,
tá mín sál fult skal frøast
um Guds Son, sum í dóminum stóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin