Til konu mína

Jóannes Patursson
Orð: Jóannes Patursson
Lag: Bjarni Mohr

1. Var tað so, tú segði,
væna vívið mítt, –
fyrstu ferð tú legði
høvur at mær blítt.

2. “Bágið man eg máa
ból at byggja tær,
eittans skalt tú fáa,
alt, eg eigi mær.

3. Hjartans yl mín heita
heilan tær í senn,
hann vil eg tær veita
fram um aðrar menn.”

4. Brá so undan brúnum
yndisbrosið títt;
tá fann eg í búnum
fremsta fjørið mítt.

5. Leggið allir leiðir,
leggið, hvør ið vil,
ei hann eydnu eigur,
ið eina brúkar skil.

6. Garðar, góðs hitt balda,
gullið undir lás –
hjartans leið at halda
hevur bestu rás.

FavoriteLoadingGoym tekstin