Til kristin fólk á foldum her

Orð: Jógvan Dánialsson

1. Til kristin fólk á foldum her
nú jóladagur gleði ber,
tí Jesus læt seg føða.
Maria moy í heim hann bar,
og jólanátt hann føddur var,
sum skriftin um man røða.
Einglar syngja, tí alvísa
Guði prísa,
frið teir boða
teim, sum Harrans náði skoða.

2. Brátt verðin gjørdist honum trong,
ein krubba var hans fyrsta song
og spjarrar vøgguklæði;
hann átti ikki kongaslott,
men fjósið tóktist honum gott,
sum tó var sveinur frægi.
Lítið ansast besti lutur,
hægsti gudur,
her av mongum.
Jesus finst í høli trongum.

3. Í heimi her hann vaks til mans,
so fáir góvu honum ans,
men óvinir hann hevði;
um síni tungu lívsins kor
úttalaði hann hesi orð,
tá hann á sinni segði:
Villur revur holu eigur,
fuglur reiður,
eg ei náddi
hvíla høvur mítt á kodda.

4. So lítið verðin unti tær,
hvat skal hon tá væl unna mær,
sum eri mikið minni?
Nóg mikið lærusveini er,
tú fylgir honum á hans ferð,
um úti ella inni.
Harri, lær meg tolin vera,
glaður bera
til mín enda
tað, tú sjálvur mær vilt senda.

FavoriteLoadingGoym tekstin