Til krossin kom, tú arma sál, sum líður

Orð: G. Matteus
Týtt: Petur William Háberg

1. Til krossin kom, tú arma sál, sum líður
so svárt av syndakvølum nátt og dag.
Ein sælan frið tú fekst, sum fáfongt stríðir,
um tú í trúgv til Jesus vildi sæð.
Kom, boygg teg niður, síggj hans neyð og pínu,
tá fyri teg hann mildur lív sítt gav,
:,: hann loysir teg frá synd og byrði tíni,
alt tað, sum tyngir teg, tá fellur av. :,:

2. Guds kærleiksboðan allan dagin ljóðar,
hann rættir sínar faðirarmar út
og kallar kring um heimin sálir móðar
at koma – sløkt har verður sorg og sút.
Áh, lurta, tú, sum honum bakið vendir,
ein dagur kemur, tá tú ei fært valt,
:,: men bankandi við himmaldyrnar stendur –
tó ævigt útistongdur vera skalt. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin