Til kvøldmáltíð í himli háa

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (5. mars 2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur á summarmála 2007.

Til kvøldmáltíð í himli háa
vár Harri Kristus kallar øll,
har ein og hvør kann sess sín fáa
í Himmiríkis veitsluhøll.
“Hoyr, komið! her er alt tilgjørt!”
tí frelsuverkið er fullført!

Tann boðskap sendisveinar bera,
at Guds innbjóðing byrjar her,
so ein og hvør kann gestur verða,
um størsti syndari hann er.
Guds vilji er, at hús hans væl
av gestum fult tað verða skal.

Teir tríggir vildu seg umbera,
tá sendiboðið boð teim bar,
teir høvdu annað um at vera
við jørð og oksum, hjúnalag.
Teir stund ei høvdu henda dag
at vera við í veitslulag.

Guds ríki fyrst vit eiga søkja
við teimum gávum, Gud oss gav,
í trúfesti vár gerning røkja,
til sólin setur handan hav.
Gud gev, várt lívsverk vignast væl,
so tað til signing verða skal.

O, hjálp oss tí í trúgv at taka
við kalli Guds ta skammu stund,
og Harrans kvøldmáltíð ei vraka,
– hon inngongd er til fagnarfund.
Víst sælur hvør, ið boðin var,
og heimvist sítt í himli fær.

FavoriteLoadingGoym tekstin