Til málið

Orð: Gudmund Bruun
Lag: Christian Boserup
Viðmerking: Yrktur til Føroyingafelag í Keypmannahavn føstulávint 1912

1. Norrøna mál!
ljódliga kínir tú okkara sál,
minnir um landið við fjallinum gráa,
grasgrøna dali og sjógvinum bláa,
heimið, hvar líðir og fossar og hav
kvøða málið, Gud okkum gav.

2. Minnast vit enn
søguna gomlu um Sigmundar menn,
tá ið teir bardust mót Tróndi á vøllum:
orrustan dundi í Dímunar fjøllum,
eldur og ørvar og harðbrýnda stál
kvóðu reint hitt føroyska mál.

3. Forðum til kong
aldi tú Sverra, hin føroyska drong;
málið, ið breyð, so alt Noregi lýddi,
høvdingar skulvu, og fíggindar flýddu,
málið, ið háðaði páva og bál,
var hitt gamla føroyska mál.

4. Hvørja ferð, tá
fíggindin brandin um oyggjarnar brá,
vakti tú frímenn, ið sárini grøddu,
sum fyri fosturlandslagnuni bløddu;
Havrekasonin títt ódnarróp ól,
sút tín aldi Nólsoyarpól.

5. Føðilands mál!
Børn tíni goymdu teg fagurt í sál;
alt, hvat ið fedrarnir áttu, tey goymdu,
varðveittu skattin og einki tey gloymdu,
til Vensil próst setti fjøður á blað,
gav tær aftur riddaraslag.

6. Klandur og stríð
er um títt kvæði, vit fostraðust í;
vit skulu bera ta tungastu byrði,
rødd tína føra til heiður og virði,
kvøða, til okkara sól fer í kav,
Føroya málið, Gud okkum gav.

FavoriteLoadingGoym tekstin