Til mánan

Orð og lag: Jannika Hæggstrøm
Týtt: Steintór Rasmussen

Alt tegir blítt í kvirru
Bert suð og kvøldarljóð
Men tankar mínir geva onga ró
Og tú kennist mær alvitandi
Á ferð um tind og skarð
Hvørjar hugmyndir sum bylgjast nú í mær
Í tryggleika og friði kann eg líta á mín dag
Gævi at eg eisini treivst á hendan hátt
Men eg droymi tó um meira
sum meg villur inn í mjørkan
Nakað svart og hvítt ístaðin fyri grátt

Máni er tú vitandi hví dreymar eru til
Kann tíðin geva dreymum mínum svar
Við kenslum alt ov stórum
veit eg ikki hvat eg vil
Og tankar mínir leita víða hvar

Men í kvøld at kunna hugsa
Meðan mánalýsið er
Taka ímóti um tó ikki skyna á
Hví dreymar líkjast tindum
Og tað trygga kenst sum gil
Mín innsti longsul ivast hvat hann vil
Eg ynski ei milliónir
Ikki status ella makt
Av sonnum hvat tað er veitst bara tú
Og tað ivaleyst var betri
Um eg bara droymdi alt
Skal eg royna nakað veit eg tað er nú

Hvíla eyguni og droyma
Vera vekk eitt lítið bil
Og ekkaleys at vakna tá tú vil
Ov bangin fyri svikum
Ov varin kanska býtt
Sum á gáttini til farið og til nýtt

FavoriteLoadingGoym tekstin