Til náðina skyldi eg alt

Victor Danielsen
Orð: Augustus M. Toplady
Lag 1: Lewis Edson
Lag 2: M.C. Restoff
Týtt: Victor Danielsen

1. Til náðina skyldi eg alt,
og náðin er mín gjøgnum pakt;
ei frykt, tí meg Gud hevur valt,
ei svíkur, hvat hann hevur sagt;
bann av eini brotnari lóg
ei longur mær koma kann nær,
tí Jesusar lýdni og blóð
tók syndina burtur av mær.

2. Tað verk, sum í mær byrjað er,
hann fullføra vil til sín dag;
Guds lyfti er tað, sum meg ber,
og ongantíð svíkja kann tað.
Hvat kemur, og hvat ið er nú,
ei nakað Guds skapningi í
kann gera til einkis, at tú
meg elskar til æviga tíð.

3. At bílæt mítt er í hans hond,
ei ævin sjálv burt taka kann;
ei nakað kann slíta tey bond,
sum binda hans brúður til hann.
Ja, hann, sum meg elskaði fyrst,
til endan hann gera skal tað;
meir skilligt, men ei meiri vist
tað verður har uppi hin dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin