Til Norðoya fólk

Orð: O. J.
Lag: Mellom bakkar og berg

1. Standa fjøllini reyst móti norði,
reisa hátt sínar tindar í ský,
minni reystligt ei fólkið varð borið,
tað, ið livir í Norðoyar bý.

2. Hetta fólkið varð gitið so víða
fyri stríð tess mót hatur og makt.
At tað órættin kom til at líða,
varar fólkið til enn meira vakt.

3. Ikki hatur og makt skulu valda
hesum fólki, í Norðoyum er,
tað kann lækna- og landsstýrið halda,
teirra vald tó mót endanum ber.

4. Treystligt fólkið stóð saman við megi
fyri rættvísi, trúskap og frið,
tað skal sannast á komandi degi,
tað var mál teirra og teirra mið.

5. Treystligt fólkið enn saman skal standa
móti lygn, móti hatur og makt,
inntil rættferð er komin úr vanda,
inntil lygnin og hatrið er rakt.

FavoriteLoadingGoym tekstin