Til norrøna fundin

Orð: Jóannes Patursson
Lag 1: Regin Dahl
Lag 2: Í gøtu ein dag

1. Vælkomin á fund
tit norrønu garpar og norrønu sprund,
vælkomið alt mannkyn av norskari rót,
vælkomið til tingar á Føroya grót,
vælkomin hvør neisti, sum skyldskapin ber
til skyldfólkið her.

2. Av Nøríkis ló
í forðum fór valdralið vestur um sjó;
teir brutust um Atlantshav, nomu her lond,
teim untust best bólstað við havgirda strond.
Fell Lundun og Dýflin og Katanes frá,
her hildu teir á.

3. Og mátturin vaks;
sum akur og ong ber sítt fullmatað aks,
so upprann í Íslandi bókaøld tann,
ið ikki sín maka í norð’rheimi fann;
í Føroyum skaptist tað tiltikna verk,
vár ríma so sterk.

4. Og handan fyri hav,
sum eftir sat ættfrændin, ikki hann svav,
við svørði, við kynstri hann framdi tað verk,
sum óðalbar ættina, hon er tí sterk;
í Tróndheimi enn merkja dømini stór,
har Ólavur fór.

5. Tá magnaðust bond,
sum samansveipaðu skyldmenn og lond,
tá vitjingar oftari gingu í garð,
tá skyldmaður gestur hjá skyldmanni var.
Tá mentist í felag hin norrøna tjóð,
ein tunga, eitt blóð.

6. Tó ógongan vann:
nú sjaldnari frændi til frænda síns fann,
bæði Hjaltland og Orknoyar hvurvu av leið,
og Grønland við øðrum, tað ansaðist ei,
ja, Ísland og Føroyar og Noreg aftrat,
alt spjaddist tá at.

7. Tá dvínaðu menn;
tá veldi fekk dimmið á øllum í senn;
tá rann alt til heljar, alt bar út av leið,
alt norrøna megnið at tromini gleið.
Tó glapp ei útfyri, tað stóð um eitt hár,
tað eydnan var vár.

8. Nú roðar í ský,
nú rennur tann samkomuøldin so ný,
tá aftur vit hittast á skyldmannafund,
og hvør søkir annan á norrøn’ri grund.
Latið merkjast, at megnað er norðurblóð enn,
verið nú aftur menn.

FavoriteLoadingGoym tekstin