Til Selatraðar fara vit

Orð: Eirikur og Tummas Lauritsen
Lag: Flickorna i Småland

Til Selatraðar fara vit
á sekstiárahald
í viðføri vit hava
okkar’ kæra, góða tjald.
Í tí vit skulu búgva væl,
her grønum bøi á,
tá vikan hon er lokin,
nýggjar vinir eiga tá!

Kom á Selatrað og uppliv
hvat sætt skótalív tað er:
Byggja legupláss og vinarlag
– vítt út um víðu verð.
Læra náttúru at virða,
røkja, gleðast henni í.
Fagurt er á Selatrað
í hesi grønu summartíð.

Á Legu altíð stuttligt er,
har hendir mangt og hvat.
Vit knýta knútar, morsa,
gera primitivan mat.
Í forðarenning svansa,
ferðast víða vit um fjøll.
Ein skótavinur altíð er tær
trúgvur eins og trøll!

Vit skaparverkið vijla æra,
skaparan harvið,
tí tað av sonnum er
at halda góðan skótasið.
Vit vilja verja náttúru
og dálka ei um høv,
tí tá vit kunnu gleðast um,
at framtíðin er grøn!

FavoriteLoadingGoym tekstin