Til sín kross á Golgata

Orð: Sarah Jean Graham
Lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Victor Danielsen

1. Til sín kross á Golgata
fyri okkum Jesus gekk;
tí hann okkum elskaði,
hann á trænum negldur hekk;
har hann hevur fullgjørt alt,
alla vára skuld hann galt.

Niðurlag:
Ja, fyri okkum Jesus gekk
út á myrka Golgata;
á Golgata, á Golgata!
Ja, fyri okkum Jesus gekk
út á myrka Golgata.

2. Eingin hugsan fataði,
hvussu myrk hin løtan var;
tað er fullgjørt! segði hann,
sigurin varð vunnin har;
tí vit bera fram í dag
tøkk og prís til hansara.

3. Hesin stóri kærleiki
leiddi meg til krossins fót;
lív og sælu har eg fann,
hjartafrið og sálarbót;
tak meg, Harri, brúka meg,
ei mín egin eri eg!

4. Ja, áh, Harri, eina tín
allar ævir eri eg!
Einki lívs og deyðans vald
meir frá tær kann skilja meg;
hjálp, at alt mítt lív, mín ferð,
Jesus, tær til æru er!

FavoriteLoadingGoym tekstin