Til tey giftu – og tey ógiftu

Orð: Ókendur
Fyrra lag: En sømand har sin enegang
Seinna lag: Tað var ein fagran summardag

Tá árini tey vóru mong – og aldur legðist á,
tá fjáltur kom á mangan drong – at søkja kvinnuráð.
At vera einsamallur her – tað er eitt vánalív,
tað er tað tryggasta, sum er – at finna sær eitt vív.

Tá árini tey vóru mong –
Tá fjáltur kom á mangan drong –
At vera einsamallur her –
Tað er tað tryggasta, sum er –
Tað er ein sjón so trist og tung – at skoða gamlan drong,
at síggja saman tvinni ung – tað prýðir bý og ong,
tí, tá ið tú tær konu fært – tá lívið er eitt spæl,
tað er óhugnaligt og svar – tá ein alt gera skal.

Tað er so lætt at fáa sær – eitt vitugt sprund og klókt,
eitt gamalt skitið lasafar – tá verður reint og snøgt,
tí konan ger sær mikið dælt – at spara, har hon kann
á húsagang at fáa alt – tú sjálvur saktans fann.

So mangur inn í dansin gekk – og fann sær har eitt sprund,
og uttan nakað prát sær fekk – ein heitan ástarfund.
Eitt gamalt berligt turkað træ – var hann, sum heima sat,
sum áður eingin hevði sæð – hann alt av hondum læt.

At fáa børn tó ikki minst – tað prýðir heim og høll,
tað er tað strævnasta, ið finst – at vera einsamøll.
Nei, giftarmálið vera man – tað hollasta, sum er,
tað ringasta, ið hugsast kann – tað er ein einlig ferð.

FavoriteLoadingGoym tekstin