Til tín, áh, Jesus, rópi eg

Orð: Eliza H. Hamilton
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Til tín, áh, Jesus, rópi eg,
eg glatist, frelsir tú ei meg,
send ljós títt á mín myrka veg –
meg, sum eg eri, frels!

Niðurlag:
Meg, sum eg eri, frels!
Meg, sum eg eri, frels!
Øll vónin mín
er deyði tín –
meg, sum eg eri, frels!

2. Bert synd eg bera til tín kann,
men blóð títt fyri meg jú rann,
og tú meg reinan gera kann –
meg, sum eg eri, frels!

3. Eg kann meg ikki bøta, nei,
eg bestu lyfti haldi ei,
tín náði er mín eina leið –
meg, sum eg eri, frels!

4. Tú sært meg, Jesus, við tín fót,
og burtur er øll kraft, alt mót –
áh, særda hond, kom, frels, ver skjót,
meg, sum eg eri, frels!

FavoriteLoadingGoym tekstin