Til tín eg leiti, loysnari mín góði

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Kristján A. Hjartason
Lag (2007): Knút Olsen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1994.

1. Til tín eg leiti, loysnari mín góði,
sum loysti meg við sínum hjartablóði
og mínar syndir vildi burtur bera,
so barn títt eg um ævir mátti vera.

2. Eg beri nú eitt barn at fótskør tíni
við bøn um signing yvir unga lívið,
í vitsku vaksi tað og kærleik sonnum,
í vón og trúgv hjá Gudi og so monnum.

3. O, leið tú tað og ver tú barnsins verja,
tað trygga skjól, tá freistingarnar herja,
tí veri fragd at fylgja tínum vilja,
títt ljós at sjá og orð títt greitt at skilja.

4. Við tíni hjálp eg skal tí vegin vísa
og verja tað, tá ivans aldur rísa,
so ei tað gloymir Gud úr huga sínum,
men gongur trygt á náðarvegi tínum.

5. Er trúgv mín veik, tá ver tú hjá mær, Drottin,
mín vón er grein, av kærleik tínum sprottin,
og prýðist leyv í dýrdarljósi tínum
sum lívsins træ í sálardýpi mínum.

FavoriteLoadingGoym tekstin