Til tín eg sendi hesa vísu

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Alvar Kraft

1. Til tín eg sendi hesa vísu,
Kristina fyri handan Á.
Hon er um ferðina við hýsu.
Vit sigldu vandasjógvin tá.
Tað vóru Per á Sondum
og hesin gamli her.
Við Súluni av Strondum
vit gjørdu hesa ferð.

2. Har slongdust vit í havsins veldi,
av versta vestanveðri var.
Vit vóru sum í einum eldi,
eitt flogfar her, ein knøttur har.
Tá segði Per á Sondum:
“Eg sigi fyri meg,
vit sigla sum á brondum,
so Gud forbarmi seg.”

3. Groth hýsuna í Grimsby seldi
og fyri allarbesta prís –
tá vóru vit í sonnum veldi –
ja, næstan sum í Paradís.
Tá keypti eg tær frakka
og grønar skógvar við –
mær sjálvum leðurjakka
av allarbesta snið.

4. Og meðan vit í Grimsby lógu,
varð Súlan gamla stásað upp.
Tað søgdu øll, sum hana sóu,
at hon var heimsins besta slupp.
Og tá avstað vit sigldu,
var málað alt og brætt. –
Tvey flogfør okkum fylgdu
av landi út á slætt.

5. Og Súlan út á blotan legði,
gróv kjálkan djúpt í aldukamb.
Hann frískað upp av suðri hevði,
so hvør ein skeki stóð á tamb.
Hon var seg um at sora
so manga ódnar økt;
men lív var innanborða,
og hvør lanterna sløkt. –

6. Við ongu ljósum, uttan ótta,
vit sigldu inn á tryggan vág.
Her eingir vandar okkum hótta –
og postur gongur til og frá.
Nú sendi eg tær frakka
og skógvar uttan tá;
tó, ikki skalt tú takka,
Kristina handan Á. –

7. Eg elski teg, tú væna kvinna,
sum bíðar mær á heimastrond,
tí tú ert von og verd at vinna;
brátt skyggir ringur tær á hond.
Tú gert meg ovurglaðan,
og hvar tú setir fót,
eg síggi grønan hagan –
og rósugrógvið grót.

FavoriteLoadingGoym tekstin