Til tín

Jens Heldarskarð
Orð og lag: Jens Aksel Heldarskarð

Áðrenn eg møtti tær,
var tað so synd í mær,
var altíð í ringum lag,
óttaðist næsta dag.
Men alt tað er nú broytt,
mítt hjarta dansar, kenst so heitt,
:,: Og ongantíð longur eg keði meg,
tí eg havi teg :,:

Eg elski teg
og eg veit, tú ert góð við meg.
Síggi á tær,
at tú ert glað her hjá mær,
og tá tú ert glað,
blívi eg í góðum lag,
:,: tí virðismesta ogn hjá mær
er smílið í tær :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin